4 Lundar
Filla
200 g av margarin
200 g av sukri
250 g av hveitimjøli
½ tesk.av bakipulvuri
4 egg
150 g av rosinum
Lundi:
sker høvd, veingir og vel av lundanum. Tak innvølin og krikan úr og vaska síðan lundan væl. Seyma fyri hálsin og fyll.
Fylla:
Rør margarinið og sukurið væl. Rør síðani eggini í, eitt í senn, rør væl ímillum hvørt. Sálda mjølið og bakipulvurið í og rør síðani rosinurnar í.
Koyr fylluna í lundan og seyma aftur. Prika lundarnar væl og koyr teir í kókandi løg við salti í. Kóka í 1-1 ½ tíma. Í staðin fyri at koyra fylluna í lundan kanst tú pakka hana. inn í alufolie í 4-5 pakkar og leggja teir oman á lundarnar í gr&ygrave;tuni.
Lundi-Fylla-Eplir & salt. Lundi smakkar eisini væl kaldur.